Privatlívspolitikkur
Hesin privatlívspolitikkur lýsir, hvussu persónligar upplýsingar verða savnaðar, nýttar og deildar, tá ið tú vitjar og keypir á bobandmarilyns.com
Persónligar upplýsingar, ið vit savna
Tá ið tú vitjar bobandmarilyns.com, verða upplýsingar sjálvvirkandi heintaðar, ið fortelja okkum um eindina, tú nýtir at vitja heimasíðuna við. Hetta inniber upplýsingar um, hvønn netkagara tú nýtir, tíðarsonu og IP-adressu á eindini og um aðrar kennifílur, ið eru á eindini frammanundan. Aftur at hesum verða upplýsingar sjálvvirkandi heintaðar um hvørja einstaka síðu, tú hyggur at, hvørji leitiorð ella aðrar heimasíður hava leitt teg inn á bobandmarilyns.com og aðrar upplýsingar um, hvussu tú nýtir síðuna. Vit nevna hesar sjálvvirkandi heintaðu upplýsingar ‘eindarupplýsingar’.
Vit savna eindarupplýsingar við hesari tøkni:
- Kennifílur eru dátufílur, ið verða lagdar á eindina, og innihalda oftast ein privatan kennislykil. Um tú vilt lesa meira um kennifílur og um, hvussu tú gert tær óvirknar, vitja http://www.allaboutcookies.org
- ‘Loggfílur’ fylgja við tínari ferð á síðuni og savna upplýsingar so sum IP-adressu, hvønn netkaga, tú nýtir, útvegara av interneti, heimasíður, ið hava leitt teg inn á bobandmarilyns.com, og dagfesting/tíðarstempul
- ‘Web beacons’, ‘tags’ og ‘pixels’ eru elektroniskar fílur nýttar til at skráseta vitan um, hvussu tú ferðast á síðuni
Tá ið tú keypir á síðuni, goyma vit eisini persónligar upplýsingar, herundir:
- Navn
- Bústað
- Útflýggjanarbústað
- Kortupplýsingar
- Teldupostbústað
- Telefonnummar
Vit rópa hesar ‘keypsupplýsingar’.
Hvussu nýta vit tínar persónligu upplýsingar?
2.1 Keypsupplýsingar
Keypsupplýsingar verða nýttar til at avgreiða bíleggingar, ið verða gjørdar á heimasíðuni. Aftur at hesum verða tær eisini nýttar í keypstilgongdini, til dømis tá vit vilja hava teg at eftirkanna, um alt er í lagi við bíleggingini, áðrenn hon verður avgreidd. Og at enda kunnu vit nýta hesar upplýsingar til at seta okkum í samband við teg í sambandi við bíleggingina.
Tá ið tú keypir á heimasíðuni, goyma vit upplýsingar um bíleggingina, uttan so at tú gevur okkum boð um at strika tær.
- 2 Eindarupplýsingar
Eindarupplýsingar verða nýttar til at forða fyri sviki. Serliga verður tín IP-adressa nýtt til hetta. Eisini verða tær nýttar til at betra um heimasíðu okkara (til dømis fyri at greina, hvussu viðskiftafólk ferðast á heimasíðuni og fyri at eftirmeta, hvussu lýsingaátøk hjá okkum hava eydnast).
2.3 Triði partur
Vit deila tínar persónligu upplýsingar við triðja part við tí endamáli at greina áðurnevndu upplýsingar. Til dømis nýta vit Shopify til at reka nethandilin. Tú kanst lesa meira um, hvussu Shopify nýtir tínar persónligu upplýsingar her: https://www.shopify.com/legal/privacy.
Vit nýta eisini Google Analytics til at hjálpa okkum at skilja, hvussu viðskiftafólk okkara nýta heimasíðuna. Les meira um hvussu Google nýtir persónsupplýsingar her: https://tools.google.com/dlpage/gaoptout
At enda kunnu vi eisini deila tínar persónsupplýsingar við myndugleikar, um teir sambært galdandi lóggávu hava heimild til tess. Hetta kann vera í sambandi við sakarmál, vitnisstevnu ella vegna leitingarloyvi góðkent av dómara.
Sum nevnt nýta vit eisini persónligar upplýsingar til at veita tær málrættaðar lýsingar, ið vit halda kunnu hava tín áhuga.
Do Not Track
Gev gætur: Vit broyta ikki, hvussu vit heinta og brúka dátur á heimasíðuni, hóast vit móttaka eina “Do Not Track”-fráboðan úr tínum netkagara.
Tíni rættindi
Býrt tú í Evropa, hevur tú rætt til at síggja personligar upplýsingar, ið vit hava um teg, og rætt til at biðja um, at tær verða rættaðar, dagførdar ella strikaðar. Vilt tú gera hetta, verður tu biðin um at seta teg í samband við okkum á teldupostinum niðast á hesi síðuni.
Harafturat vilja vit gera vart við, at vit tilgera tínar upplýsingar fyri at kunna útinna avtalur við teg sum viðskiftafólk – til dømis um tú hevur keypt a heimasíðuni. At enda skulu vit gera vart við, at tínar upplýsingar verða tøkar uttan fyri Evropa, so sum í Ameriku og Kanada.
Samband
Um tú hevur ella viðmerkingar spurningar um privatlívspolitikkin, ella um tú vilt kæra, set teg so í samband við okkum á suitcase@bobandmarilyns.com, ella send okkum eitt bræv á adressuna niðanfyri.
Havnargøta 1
100 Tórshavn
Føroyar